30 til dómaraskeið í Klaksvík

Týskvøldið varð hol sett á rundferðina hjá HSF, har dómaraskeið verður hildið fyri feløgunum runt landið. Skeiðið hesaferð var í KÍ–Høllini fyri Stjørnuni og Team Klaksvík, har venjarar, dómarar, leikarar og fólk við dómaraborðið, vóru møtt.

Teir fýra skeiðshaldararnir, Karstin Joensen, Heri Petersen, Hartvig Joensen og Dánjal Samuelsen leiddu skeiðið við hesari skrá:

  1. Hvat er høvuðsuppgávan hjá einum dómara og hvat inniber rollan
  2. Hvat siga reglarnar og hvussu leiða vit ein hondbóltsdyst um mun til galdandi reglar
    1. Gjøgnumgongd av grundleggjandi dómarareglum, tolkan av reglum og dómaratekin v.m.
    2. Hvussu skal dømast í yngru deildunum, vaksnamannadeildum og fremstu deildum.
    3. Spurningar og svar til reglar og praksis
  3. Hvat er uppgávan hjá skrivara og tíðtakara
  4. Hvussu kunnu dómarar og venjarar samstarva og menna hondbóltsspælið (serliga í yngru deildunum)
  5. Hvussu kann eg mennast sum dómari og hvussu kann HSF hjálpa mær.

30 fólk møttu til skeiðið, sum bæði fór fram í vælegnaðum undirvísingarhølum og úti í høllini. Skeiðið tók 3 tímar og endaði við, at tikið var samanum í mun til, hvussu feløgini í Klaksvík ynskja at samstarva við HSF og onnur feløg um dómarauppgávuna sum heild hjá yngri og eldri.

Sera læruríkt og uppbyggjandi
Undan skeiðinum í Klaksvík vistu skeiðshaldararnir ikki heilt, hvat teir høvdu i væntu. Teir høvdu tí fyrireika seg  at lofta tørvinum hjá ymisku feløgunum, í mun til hvar tey eru á økinum.

– Sum heild vóru vit sera vælnøgdir við uppmøtingina og áhugan hjá luttakarunum og sum ikki einaferð tóku feløgini í Klaksvík hetta av álvara og møttu við nógvum fólki. Stórt rós til nevndina í teimum báðum feløgunum og til luttakararnar, ið góvu okkum nógvar uppbyggjandi afturmeldingar, sum vit taka við okkum og læra av, sigur Dánjal Samuelsen, ið samskipar dómaraskeiðini úti hjá feløgunum.

Hondbóltsdøming má raðfestast og samskipast nógv betur
– Øll eru helst samd um, at uppgávan sum dómari ofta er eitt uriasstarv, men ein týdningarmikil partur av einhvørjum hondbóltsdysti. Umframt sjálvt dómaraskeiðið, er endamálið við at fara út til feløgini eisini at hoyra teirra erligu hugsan um, hvussu vit øll í felag kunnu menna føroyska hondbóltsdøming.

Hetta var nakað av tí, sum vit lærdu í Klaksvík:

  • Tað kann vera ringt hjá leikarum og venjarum at síggja ein eintáttaðan tráð í dømingini runt í Føroyum – ikki minst í yngstu deildunum. Feløgini sakna, at tað verður lagdur ein felags leistur fyri, hvussu dómarar skulu døma í lægri og yngri deildunum og hvat dentur skal leggjast á í ymisku aldursbólkunum. Jú yngri leikarar, jú meira skulu dómarar vegleiða og hjálpa leikarunum at skilja hondbóltsspælið og reglar.
  • Serliga yngri dómarar, men eisini dómarar sum heild, eru sera illa vardir fyri ágangi frá venjarum, áskoðarum og foreldrum, ið alt ov ofta fara um mark og fara so illa við teimum sum døma, at tað er ringt at fáa serliga tey ungu at halda seg til dømingina. Her skal ein hugburðsbroyting til, tí tað er als ikki í lagið, at vaksin fólk ikki duga sær hógv í einari hondbóltshøll – ikki minst tá ið tey ungu spæla. Tí má HSF og feløgini áseta greiðar rættningslinjur fyri atburðin hjá áskoðarum, foreldrum, venjarum og leikarum.
  • Tørvur er á at fyriskipa fleiri HSF dómaraskeið, ið taka atlit til støðið og aldur á teimum, ið ynskja at døma. Hóast skeiðið í Klaksvík týskvøldið var væleydnað, so er spennið stórt millum aldur, royndir og hvønn leiklut fólk hava, og tí má finnast ein leistur fyri komandi dómaraskeið, ið tekur hædd fyri hesum, so øll fyri sum mest burturúr.
  • Feløgini ynskja, at HSF sendir dómaramennarar út til feløgini í sambandi við U – kappingar, har hesi eygleiða og menna dómararnar, ið harvið verða hildnir til og kunnu gerast komandi dómarar í vaksnamannadeildini.
  • Samanumtikið má honbóltsdømingin í Føroyum samskipast nógv betur framyvir, um vit ynskja at fáa fleiri hondbóltsdómarar og lyfta hondbóltsspælið sum heild.

Komandi HSF dómaraskeið verður á Giljanesi hósdagin 26. september kl. 18.00.

Les meira um dómaraskeið fyri feløg á: http://hsf.fo/domarar/komandi-tiltok/domaraskeid-fyri-hondboltsfelog/

Mynd: Eileen Sandá

SMS-deildin: VB – H71 útsettur

4. oktober 2019

Dysturin í SMS-deildini í morgin, leygardagin 5. oktober, millum VB og H71 er útsettur vegna óvissurnar um veðurforsøgnina og hetta í mun til avmarkingarnar hjá ferðamannaskipinum Prince.

Gott avrik móti Rumenia

29. september 2019

Føroyska kvinnulandsliðið spældi ein av sínum heilt góðu dystum móti hálvfinalistunum frá seinasta EM, Rumenia. Úrslitið av dystinum gjørdist 25-20 til Rumenia, eftir at Føroyar var á odda 12-11 í hálvleikinum.

Misjavnt – men glottar

25. september 2019

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í kvøld 28-16 fyri Póllandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Hálvleiksstøðan var 12-8 til Póllands.