5-máls tap fyri Eysturríki

Føroysku kvinnurnar vóru væl við í løtum, hóast dysturin móti Eysturríki endaði 24-29, eftir hálvleiksstøðuna 12-15.

Føroysku kvinnurnar byrjaðu dystin sera væl og vóru frammanfyri 5-2 eftir stívliga 5 minuttir. Eftir eitt eysturríkskt time-out, komu tær betri inn í dystin og fylgdust liðini eina løtu. Seinastu løtuni av fyrra hálvleiki gekk heldur strilti hjá okkara at fáa mál, tá ov nógvir møguleikar vóru misnýttir.

Føroyska liðið hevði tað eisini trupult fyrru helvt av seinna hálvleiki, har Eysturríki vardi væl. Um miðjan hálvleik var Eysturríki frammanfyri 17-25. Okkara góvu tó ongantíð upp og seinastu 10 minuttirnar hálaðu okkara inn aftur til endaligu støðuna 24-29.

Liðini møtast aftur leygardagin kl. 16.30 í Maria Enzerdorf sunnanfyri Wien í Eysturríki.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 4
Turið Arge Samuelsen 3
Pernille Brandenborg 3
Maria Halsdóttir Weyhe 3
Ninna Katrin Johansen 3
Lív B. Zachariasen 1
Brynhild Pálsdóttir 1

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.