5 nýggir HSF filmar

Í sambandi við 40-ára føðingardagin hjá HSF í ár, hevur HSF latið framleiða 5 styttri filmar, sum lýsa søguna, núverandi virksemi og framtíðarætlanir hjá HSF.

Fyrsti filmurin hevur yvirskriftina “Hondbóltur kring alt landið” og greiðir frá, at Hondbóltssambandið hevur sum mál, at hondbóltur skal spælast so nógvastaðni kring landið sum gjørligt, og at øll feløg skulu hava dygdargóðar venjingar.

Hinir fýra filmarnir verða lagdir út komandi dagarnar og kunnu eisini síggjast á youtube síðuni hjá HSF, sum eitur “Handball Faroe Islands”.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.