U18-menn: Tap hóast góðan dyst

Hóast eitt 32-29 tap fyri Svøríki, var talan um ein, fyri tað mesta vælleiktan dyst av okkara monnum. Hálvleiksstøðan var 17-15 til Svøríki. Tað sást skjótt í dystinum at talan var um eitt sterk og vælleikandi mótsstøðulið.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini til støðuna 5-5. So byrjaði Svøríki at draga frá, og við støðuna 17-12 byrjaði at síggja eitt sindur svart út, men okkara menn endaðu hálvleikin væl við trimum málum, og so vóru bert tvey mál á muni í steðginum.

Svøríki hevði leiðsluna fyrsta partin av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist føroyska liðnum at javna til 24-24 og til 25-25, men tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at leggja seg á odda í seinna hálvleiki. 

Svenskarar komu upp á 30-25, men okkara menn stríddust seinastu løtuna og fingu minkað munin niður til trý mál.

Aftaná dystin í dag munnu øll sum hava áhuga fyri svensku hondbóltsdeildini hava fingið við hvør Óli Mittún er. Óli skoraði heili 17 mál upp á 22 málmøguleikar, og var sjálvandi valdur at vera besti leikarin hjá Føroyum.

Hin dystin í bólkinum í dag vann Spania 41-33 á Fraklandi. 

Í morgin klokkan 13 spæla Føroyar móti Spania.

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Óli Mittún 17, Ísak Vedelsbøl 3, Rókur Ziskason 3, Tróndur Johnsson 3, Høgni Heinason 2, Niklas Gaard 1.

U18-menn eru nummar 9 í Europa

14. august 2022

Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Tað er greitt eftir ein flotta 29-27 sigurin á grannunum úr Íslandi í U18 EM-endaspælinum í Montenegro.

U18-menn: Eru nú í topp 10 í Europa

12. august 2022

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Skeið í skaðafyribyrgjandi venjing

11. august 2022

Mikudagin og hósdagin 17. og 18. august verður skeið í skaðafyribyrgjandi venjing. Tað er Anja Greve, sum m.a. er fysioterapeut hjá danska manslandsliðnum, sum stendur fyri skeiðnum.