A-Kvinnur: Føroyar – Danmark 19-39

Føroysku kvinnurnar komu í eitt satt ódnarveður  í dag og taptu stórt, 39-19, fyri Danmark í Høllini á Hálsi í dag.

Føroyska liðið kom illa frá byrjan og gingu tað heili 11 minuttir fyri enn okkara fingu hol á. Tá var støðan 6-1. Stóri og sterki miðblokkurin hjá Danmark gjørdi tað sera trupult hjá okkara, sum høvdu tað sera trupult við at koma til góðar málmøguleikar og stóð Sandra Toft stinn í danska málinum.

Í 2. hálvleiki kom meira bit í føroyska álopið og gekk betri við at skjóta mál, men danska liðið ikki nógva náði, og hóast fleiri broytingar í mun til í 1. hálvleiki, so skoraði útiliðið fleiri mál enn í fyrra. Nakrar ferðir gjøgnum dystin fekk føroyska verjan staðið ímóti, og Annika Fríðheim Petersen hevði níggju bjargingar, men Danmark spældi við ferð, styrki og góðsku og tað er sigandi, at allir útispælararnir fingu mál.

Glottar vóru at hóma í føroyska spælinum, serliga í fleiri av álopinum í 2. hálvleiki, har millum annað Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg høvdu góðar atgerðir. 17-ára gamla Jana Mittún hevði tvey góð gjøgnumbrotsmál og Lív Poulsen kom inn og skoraði tvær ferðir av vonginum.

Næstu dystir hjá Føroyum eru í mars, tá Føroyar hava úti- og heimadyst móti Eysturríki, sum leiksti javnleik 33-33 móti Rumenia í dag.

Dystargonngdin: 
5 min: 0-3
10 min: 0-5
15 min: 2-8
20 min: 3-11
25 min: 4-15
30 min 5-19
35 min: 7-20
40 min: 9-24
45 min: 11-28
50 min: 14-33
55 min: 15-36

Málskjúttar:
Súna Krossteig Hansen 4 (2)
Turið Arge Samuelsen 3
Marianna Geirsdóttir Eystberg 3
Jana Mittún 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Maria Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Pernille Brandenborg 1
Bjarta Osberg Johansen 1

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.