A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

Dia Midjord, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur í dag úttikið 16 spælarar, sum skulu umboða Føroyar í tveimum landsdystum móti Makedonia síðst í mánaðinum. 

Talan er um tveir EM-undankappingardystir.  21. mars spæla Føroyar og Makedonia í høllini á Hálsi og  25. mars hittast londini í  makedonska høvuðsstaðnum, Skojpe.

Føroyar eru í bólki við Makedonia, Svøríki og Serbia. Í heyst spældu Føroyar tveir teir fyrstu EM-undankappingardystirnar, tá móti Svøríki á heimavølli og Serbia á útivølli. Næsti dystur móti hesum londum verður í mai.

Tær, sum eru úttiknar til landsdystirnar móti Makedonia eru:

Vivian Petersen, Selfoss
Fríða Petersen, VÍF
Margit W. Frímundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenburg, Vestsyssel
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Ninna K. Johansen, DK
Eir M. Berg, Neistin
Tóra Eliassen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita J. Christophersen, VÍF
Marianna H. Jacobsen, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Kristianna H. Joensen, Ikast
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.