A-landsliðið hjá monnum er úttikið

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða , 28. og 30. apríl og 2. mai.

Talan er aftur um eina tætta leikskrá, har føroyska liðið skal møta Russlandi á útivølli í Moskva mikudag, síðani Kekkia á heimavølli fríggjadag og Russlandi á heimavølli sunnudag. Heimadystirnir verða í Høllini á Hálsi og verða atgongumerki ætlandi seld til dystin.

Landsliðsvenjarin Sonni Larsen viðmerkir til úttøkuna, at hann kann staðfesta og fegnast um, at kappingin um plássini er hørð. Hartil viðmerkir hann, at tað er ein avbjóðing, at kappingarnar í okkara grannalondum, serliga í Íslandi og Noregi hava verið óstøðugar og til tíðir ligið stillar og hevur hetta ávirkan á, hvussu liðið er úttikið og samansett.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Russlandi og Kekkia :
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Pætur Mikkjalsson, SUS Nyborg
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Pætur Thomsen, H71

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.