A-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til HM-undankapping í januar

A-landsliðið hjá monnum skal spæla HM–undankapping í døgunum 10. – 12. januar. Undankappingin verður spæld í Luksemburg, har Føroyar skulu spæla móti Litava, Slovakia og Luksemburg.

Allir komnir heim at venja
Allir spælarnir í bruttuhópinum savnaðust undanfarnu viku at venja, og at gera seg kláran til HM–undankappingina. Mennirnir hava vant allar dagarnar í vikuni, og hava eisini spælt ein venjingardyst móti einum úrvalsliði úr Okkara deildini, ið manslandsliðið vann 38–24.

Møguliga umboðar Filip Jojic Føroyar
Filip Jojic hevur búð leingi í Føroyum, og hevur givið til kennar, at hann gjarna vil umboða Føroyar í hondbólti. Filip kom til Føroya og umboðaði fyrst Team Klaksvík, men hevur nú umboðað VÍF í fleiri ár. Filip er bosniari og er 31 ára gamal. Filip hevur fingið boð frá myndugleikunum, at hann helst fær ríkisborgararætt fyri jól, og kann tí umboða Føroyar í januar 2020. Í venjingardystinum móti úrvalsliðnum, fekk hann nakrar minuttir á vøllinum, og tað gekk væl hjá honum.

Teir sum vóru úttiknir hesurferð:
Nicholas Satchwell – Neistin
Tóraldur Kollsker – FIF
Tórður Guttesen – Kyndil

Rói Berg Hansen – FIF
Leivur Mortensen – H71
Rúni Joensen – KÍF
Filip Jojic – VÍF
Tróndur Mikkelsen – Neistin
Brandur Halgirsson – AJAX København
Jónas Gunnarsson Djurhuus – FIF
Áki Egilsnes – KA Akureyri
Kjartan Johansen – Viking Stavanger
Peter Krogh – H71
Tróndur Mikkelsen – Neistin
Vilhelm Poulsen – H71
Allan Norðberg – KA Akureyri
Nicklas Selvig – KÍF
Helgi Hildarson Hoydal – Viking Stavanger
Rókur Akralíð – HEI
Rógvi Dal Cristiansen – Kyndil
Pætur Mikkjalsson – H71

Væleydnað summarkapping

4. august 2021

Faroe Islands Handball Cup í Vági er av á hesum sinni. Hetta er annað árið kappingin verður hildin, og var aftur talan um eina sera væleydnaða summarkapping, sum Vágs Bóltfelag skipar fyri.

U19-menn: 17 leikarir úttiknir

2. august 2021

Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen- Marcher og Julian Johansen, hava úttikið hesar leikarar til Scandinavian Open og EHF Championship kappingina, sum báðar verða leiktar í august.

U17-landsliðið hjá kvinnum úttikið

23. juli 2021

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Magni Thomsen, hava úttikið hesar leikarar til Euro Championship kappingina, sum verður leikt í Georgia 6.- 15. august.