A-landsliðið hjá monnum úttikið

Landsliðsvenjararnir hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið hesar 17 leikararnar til EM-undandystirnar móti Kekkia tann 4. og 7. november.

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram

Áki Egilsnes hevur av persónligum ávum valt landsliðið frá til báðar dystirnar, meðan korona avmarkar luttøkuna hjá Róki Akralíð. Hetta í mun til arbeiði hjá Róki, sum er lækni í Aarhus.  Rókur kemur ætlandi bert at spæla heimadystin í Føroyum, meðan Pætur Mikkjalson er úttikin til útidystin í Kekkia.

Fyrri dysturin verður á útivølli í Pilzen í Kekkia mikudagin 4. november klokkan 17.10, føroyska tíð, meðan heimadysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 7. november kl. 18.30.

Talan er um eina avbjóðandi uppgávu fyri føroyska liðið, tá Kekkia er hægst styrkismett av  teimum 4 liðunum í bólki 3. Hini liðini eru Russland og Ukraina. Kekkia gjørdist nr. 12 til EM í 2020 og nr. 6 til EM í 2018.

Featured Video Play Icon

Fríkast – hondbóltsárið 2020/21

23. november 2020

Hvørji lið enda í topp 4? Hvørji lið bresta saman í FM-finalunum? Hvør leikari hevur skarað framúr? Hoyr Julian Johansen og Hjalta Mohr Jacobsen meta um hondbóltsárið higartil.

HM-undankappingin útsett

16. november 2020

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skuldi verða 4. – 6. desember í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. – 21. mars 2021.

Dómsnevndin um huldumálið

16. november 2020

Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.