Aðalfundur leygardagin 19. juni

Útsetti aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum verður leygardagin 19. juni kl. 13.00 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.

Aðalfundurin skuldi upprunaliga vera leygardagin 5. juni, men var útsettur vegna brátt íkomnu koronastøðuna og broyttu tilmælini, sum vóru tá.

Skrá sambært viðtøkunum viðtøkurnar: https://hsf.fo/hsf/vidtokur/

Eftir aðalfundin verður ein stuttur limafundur.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.