Ætla sær fleiri stig

Klaksvíkingar vunnu sær 16 stig og endaðu á einum sætta plássi í farna kappingarárið. Hetta er besta úrslit hjá Team Klaksvík í søgu felagsins, sum varð stovnað í 2006.

– Málið er at vinna okkum fleiri stig.

Tað sigur Sámal á Tjaldrafløtti.

Team Klaksvík hevur fingið tilgongd av tveimum dønum, einum málverja og einum bakki. Teir hava tó eisini havt frágongd. Málverjin, Mark Dahl, er farin til STÍF, meðan stóru og tungu blokkararnir á miðjuni, Hans Arni Thomsen, Dánjal Kjærbo og Birgir Poulsen hava takkað fyri seg.

– Hópurin er ikki so breiður, sum høvdu viljað. Vit kunnu tí verða hart raktir, um onkur leikari fær skaða ella leikbann, greiðir toppskjúttin hjá Team Klaksvík frá.

Team Klaksvík hevur spælt tveir dystir í nýggja kappingarárinum. Í fyrsta dystinum móti Kyndli taptu teir stórt, men í dystinum í gjárkvøldið móti Neistanum var tað um reppið, at dysturin koppaði til klaksvíkingarnar.

– Vit hava vant miðvíst gjøgnum summarið og hava verið á venjingarlegu í Íslandi, har vit fingu nógv burturúr. Vit hava einki stig fingið burturúr teimum báðum fyrstu dystunum, men ætla okkum í øllum førum at leggja alt fyri, at geva hinum harða móstøðu og vinna okkum longur fram, sigur Sámal á Tjaldrafløtti.

Leygardagin fær Team Klaksvík vitjan av VÍF.

 

 

Dystur í dystinum

15. juni 2019

Dysturin móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021. 

Munurin var trý mál

13. juni 2019

Føroyar taptu 21-24 fyri Montenegro í næstseinasta dysti í EM-undankappingini. 

Farum Arena tekur skap

12. juni 2019

Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í morgun í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í annaðkvøld.