Aftur 5 mál á muni í dag

Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði eisini við 5-máls muni. Úrslitið gjørdist 27-22 til Íslands.

Hóast sami munur var í Klaksvík í dag, sum á Skál í gjár, so var talan um ein heilt annan dyst. Ísland sat greitt á fyrra hálvleiki og legði seg á odda 5-0, áðrenn føroysku kvinnurnar fingu hol á. 5-1 verjan hjá føroyum megnaði ikki at halda kropssterku skjúttunum hjá Íslandi, sum ferð eftir ferð krossaðu og komu til skot útifrá. Samstundis brendu okkara illa og gjørdist munurin stórur beinanvegin. Hálvleiksstøðan var 15-8.

Í seinna hálvleiki kom vend í og vóru føroysku kvinnurnar omaná. 6-0 verjan riggaði betri enn 5-1 og kom 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy inn í føroyska álopið og gjørdi veruligan mun. Hon skoraði heili 8 mál uppá ein hálvleik. Talan var um bæði skot útifrá, gjøgnumbrot og fleiri brotskøst. Føroyska liðið fekk tískil minka um munin til endaligu støðuna 27-22 til Íslands.

Talan hevur verið um tveir sera gevandi venjingardystir móti Íslandi undan HM-undankappingardystunum móti Kosovo, sum verða leiktir komandi hós- og leygardag. Føroyska liðið hevur fingið størri breidd og er verulig kapping um plássini. Føroysku málverjarnir hava staðið seg væl í báðum dystunum, verjan hevur til tíðir verið heilt góð og álopsspælið hevur verið skjótt og flytført.

Málskjúttar í dag:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 8 (7), Maria Halsdóttir Weyhe 4 (3), Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Jana Mittún 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Pernille Brandenborg 1, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

Dystargongdin:
5 min. 0-3
10 min. 0-5
15 min. 3-6
20 min. 5-11
25 min. 7-12
30 min. 8-15
35 min. 9-17
40 min. 11-20
45 min. 14-22
50 min. 16-25
55 min. 19-26
60 min. 22-27

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.