Aftur ein sannførandi sigur

Føroyar vunnu 29-19 á Grønlandi, tá teir í kvøld spældu sín seinna venjingardyst.

Fyrstu minuttirnar gekk javnt á og liðini fylgdust til 4-4, men so byrjaðu Føroyar at draga frá. Føroysku leikararnir vóru tó ikki eins tryggir í sínum skotum og avleveringum, sum í fyrra dystinum millum londini í gjár.

Ofta hevur tað leikt javnt á millum Føroyar og Grønland, men soleiðis varð ikki hesaferð. Størsti munurin er uttan iva breiddin, sum dómaraseðilin eisini staðfestir. Málskjúttarnir hjá Føroyum vóru 12 í tali, meðan sjey leikarar hjá Grønlandi skoraðu.

Í gjár vunnu Føroyar eisini stórsigur á Grønlandi, úrslitið bleiv tá 37-22.

Føroyska landsliðið spælir aftur 10.apríl í EM-undankappingardysti ímóti Ukraina.

Málskjúttar
Allan Norðberg 5
Peter Krogh 4
Rógvi Dal Christiansen 3
Sjúrður Olsen 3
Jónas G. Djurhuus 3
Vilhelm Poulsen 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Rúni Joensen 2
Eirikur Simonsen 2
Tróndur Kragesten 1
Sámal á Tjaldrafløtti 1
Pætur Thomsen 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.