Ágúst Jóhannsson farin úr starvi

HSF og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Korona-støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið nú fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingina skulu byrja í summar. Saman við Ágústi fer Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, eisini úr starvi.

Ítróttarliga leiðslan í HSF viðmerkir, at Ágúst og Sophus hava megnað at lyft liðið upp á eitt hægri stig og hava úrslitini í farnu HM- og EM-undankapping verið nøktandi, liðið vann millum annð ein HM-undandyst móti Litava.

Águst Johannsson viðmerkir, at tað hevur verið ein góð tíð, sum venjarin hjá kvinnunum. Tað eru nógvir góðir ungir føroyskir leikarar og ynski eg øllum góðu eydnu í framtíðini.

Leiðslan í HSF ásannar, at tørvur er á einum venjara, sum skal vera búsitandi í Føroyum og harvið kann vera tættari at liðinum. Tað verður mett, at hetta er tað rætta í løtuni, tá talan er um eitt sera ungt landslið, sum er í einari uppbyggingarfasu. Ungdómslandsliðini hjá HSF telja fleiri evnaríkar spírar og er ynskiligt, at landsliðvenjarin kann fylgja teimum nærri.

HSF takkar Ágústi og Sophusi fyri samstarvið og nú verður nú farið undir at seta nýggjar venjarar.

Julian Johansen, sum er venjari í HSF, kemur fyribils at vera virkandi venjari fyri tíðarskeiðið mai, juni og juli.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.