Ágúst kosin besti venjari í Íslandi

Landsliðsvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Ágúst Jóhansson, er valdur sum besti venjari í íslendsku kvinnudeildini.

Ágúst Jóhansson hevur í ár vunnið greipuna við liði sínum, Vali.

Tað var í august í fjør, at íslenski venjarin tók við starvinum sum landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Næsta uppgávan hjá Ágúst Jóhansson og Føroyum er EM-undankapping, ið byrjar í september. Føroyar eru í bólki við Póllandi, Rumenia og Ukraina.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.