Allan til Íslands

Allan Norðberg verður ikki at síggja í hvítu og reyðu STÍF blusuni næsta kappingarár. 24 ára gamli strandingurin hevur nevnliga gjørt ein tveyára sáttmála við íslendska felagið í Akureyri, KA.

– Eg havi altíð viljað roynt meg uttanlands, og um tað skuldi verða, so var tað nú. Hetta var ein góður møguleiki, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur Allan Norðberg.

KA, har Áki Egilsnes eisini spælir, er júst flutt upp í bestu deildina.

– Eg gleði meg nógv til nýggju avbjóðingina. Sum eg skilji eru umstøðurnar ógvuliga góðar í KA og eg vóni, at eg fari at menna meg nógv sum hondbóltsspælara. Eg fari í øllum førum at gera mítt ítasta, sigur vinstrahandaði vongurin.

Allan Norðberg varð á ársins gallaveitslu valdur sum besti høgrivongur í Føroyum farna kappingarár og hann er júst úttikin til bruttohópin hjá A-landsliðnum, sum skal royna seg í EM-undankapping í heyst.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.