Allir hondbóltsdystir fyribils útsettir

Vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hondbóltsdystir – bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum – í tvær vikur.

 Hondbóltssamband Føroya mælir somuleiðis feløgunum til at steðga allari venjing í umrødda tíðarskeiðnum.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.