Allir teir bestu móti Føroyum

Heimsmeistararnir hava mannað seg til dystin móti Føroyum. 

Tað er ikki spart uppá krútið, tá danski landsliðsvenjarin, Nicolaj Jacobsen, hevur úttikið danska hópin til triðja og síðsta EM-undankappingarumfar á hesum sinni. Allar tær stóru stjørnurnar eru við, bæði til útidystin móti Ukraina 13. juni og til heimadystin móti Føroyum 16. juni.

Føroyski landsliðshópurin verður kunngjørdur mánadagin 3. juni. 30 mans eru úttiknir til bruttohópin, sum venja saman um vikuskiftið og næsta vikuskiftið.

Danski landsliðhópurin:
Niklas Landin
Jannick Green
Kevin Møller
Simon Hald
Anders Zachariassen
René Antonsen
Johan Hansen
Lasse Svan
Magnus Landin
Magnus Bramming
Nikolaj Øris
Niclas Kirkeløkke
Jacob Holm
Mikkel Hansen
Mads Mensah
Rasmus Lauge
Lasse Andersson
Henrik Møllgaard

Dómaraskeið 6. og 7. september

22. august 2019

Dagarnar 6. – 7. september skipar HSF fyri dómaraskeiðum. Skeið verða bæði fyri nýggjum og royndum dómarum.

Einar og Magni skulu venja U04 kvinnur

21. august 2019

HSF hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Einar Jónsson, um at gerast landsliðsvenjari fyri U04 kvinnur. Magni Thomsen verður hjálparvenjari.

U17-kvinnur: Tryggjaðu fimta plássið

11. august 2019

Føroysku U17-kvinnurnar tryggjaðu sær í morgin 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia. Føroyar vunnu ein greiðan 30-16 sigur á vertstjóðini, eftir 18-8 í hálvleikinum.