Ársins 2020-21

Leygardagin var ársins gallaveitsla í hondbólti og vóru eisini ársins avrik heiðraði.

Ársins heiðrar vóru latnir undan gallaveitsluni í høvuðsætinum hjá BankNordik, sum er høvuðstuðul hjá HSF. Hesi vóru heiðraði:

Ársins leikarar:
Haruka Gima, StÍF
Filip Jojic, VÍF

Ársins stjørnuskot:
Jana Mittún, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF

Ársins málverjar:
Momoko Nakamura, StÍF
Mladen Mjerimacka, VÍF

Ársins dómarar:
Jógvan Skeel Nolsøe
Bárður Brimvík

Ársins verjuleikarar:
Brynja Høj, Neistin
Peter Krogh, H71

Ársins álopsleikarar:
Haruka Gima, StÍF
Filip Jojic, VÍF

Ársins venjarar:
Jón Rasmussen og Paula Berg, StÍF
John Larsen og Agnar Joensen, VÍF

Toppskjúttar:
Haruka Gima, 189 mál, StÍF
Filip Jojic, 216 mál, VÍF

Ársins lið kvinnur:
Málverji: Momoko Nakamura, StÍF
Vinstri vongur: Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Vinstri bakkur: Marjun Danberg, Neistin
Miðja: Haruka Gima, StÍF
Høgri bakkur: Jana Mittún, H71
Høgri vongur: Katrin Bertholdsen, Stjørnan
Strika: Poula Berg Dulavík, StÍF

Ársins lið menn:
Málverji: Mladen Mjerimacka, VÍF
Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF
Vinstri bakkur: Filip Jojic, VÍF
Miðja: Valentino Valentakovic, Team Klaksvík
Høgri bakkur: Peter Krogh, H71
Høgri vongur: Pætur Thomsen, H71
Strika: Karl Martin Olsen, Neistin

 

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.