Ársins fyrsta leikaramenning

Leikaramenning hevur verið um vikuskiftið fyri U15 (2002 og 2003) og U13 (2004), gentur og dreingir, í høllini á Skála.

Samanlagt 205 hondbóltsspælarar, frá 13 ymsum feløgum, vandu tríggjar tímar hvør. Byrjað varð kl. 09.00 og alt var avgreitt kl. 17.00.

Næsta vikuskiftið, leygardagin 4. november, eru tað U12 (2005) gentur og dreingir, sum venja í nýggju snotuligu hondbóltshøllini hjá ÍA á Argjahamri.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

18. januar 2022

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Vunnu HM-undankappingarbólkin

17. januar 2022

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

16. januar 2022

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.