Ársins ítróttanavn og átak skal finnast

Ítróttasamband Føroya fer í næstum at kjósa ársins ítróttanavn og ítróttaátak, samstundis sum heiðursskjal Poul E. Petersen verður givið. ÍSF heitir tí á øll at senda uppskot inn um tann ella tey, ið ein heldur hevur uppiborið heiðurin.

ÍSF skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

Heiðurskjal Poul E. Petersen
ÍSF virðismetir alt tað stóra arbeiði, sum verður gjørt ólønt innan føroyskan ítrótt. Tí uttan øll hesi fólkini, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttini, bar hetta als ikki til. Ein og hvør kann innstilla ein persón, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa heiðursskjalið er, at viðkomandi hevur tænt ítróttinum yvir eitt longri tíðarskeið.

Ársins ÍtróttaÁTAK
ÍSF ynskir at kjósa eitt ítróttarligt átak, sum hevur skarað framúr í 2018. Ein og hvør kann innstilla eitt ítróttarligt átak, sum viðkomandi metir hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa heiðurin er, at átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum. Vanligar kappingar ella venjingar verða ikki roknaðar sum eitt átak undir hesum leistinum.

Ársins ÍtróttaNAVN
ÍSF fer framyvir at kjósa eitt ítróttafólk/-lið, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið heiðurin sum ÁRSINS ÍTRÓTTANAVN. Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og krevur hetta samstundis nógva orku. Ársins ítróttaNavn skal hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi. Somuleiðis skal ársins ÍtróttaNavn hava gjørt stór framstig í síni ítróttagrein og skapt frambrot í ítróttinum.

Seinasta freist at lata inn uppskot er 12. januar 2019.

Leiðreglur, oyðubløð og annað finnast her:

Poul E. Petersen

ÁRSINS ÍtróttaÁTAK

ÁRSINS ÍtróttaNAVN

Dystur í dystinum

15. juni 2019

Dysturin móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021. 

Munurin var trý mál

13. juni 2019

Føroyar taptu 21-24 fyri Montenegro í næstseinasta dysti í EM-undankappingini. 

Farum Arena tekur skap

12. juni 2019

Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í morgun í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í annaðkvøld.