Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar

Nú kunnu atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar keypast.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Trýst á leinkjuna her:
Steypafinalur 2022 (atgongumerki.fo)

Legg til merkis, at kvinnufinalan verður leikt 19. mars og eru hesi atgongumerki ikki galdandi til hana.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.