Atgongumerki til HM

Nú ber til at keypa atgongumerki til heimsmeistarakappingina hjá monnum í hondbólti, sum verður í januar 2019.

Tað eru Danmark og Týskland, sum eru vertir fyri HM. Dystirnir verða spældir í báðum londum og í seks ymsum høllum. Bólkaspælið verður í Berlin, München, Herning og í Keypmannahavn. Fjórðingsfinalurnar verða í Hamborg og hálvfinalurnar í Lanxess Arena í Køln og Boxen í Herning. Síðstnevnda hýsir eisini bronsudystinum og sjálvari finaluni.

Fyri jól vórðu 8.000 atgongumerkir sett til sølu og sum skilst vórðu tey rivin vekk. Nú hava bæði hondbóltssambondini aftur latið upp fyri atgongumerkjasøluni.

Í juni verður kastað lut um bólkaspælið til HM-kappingina og tá verða restin av atgongumerkjunum sett til sølu.

Atgongumerkini kunnu keypast her.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.