Atgongumerkjasølan er byrjað

Komið og stuðlið føroysku stríðsmonnunum, tá teir skulu í eldin móti Montenegro í sínum triðja og síðsta EM-undankappingardysti tann 13. juni.

Heimavøllurin verður hesaferð í Farum Arena, slakar 20 minuttir úr Keypmannahavn.

Føroysku fjeppararnir hava verið óførir. Í Skjern Arena, tá Føroyar spældu ímóti Danmark, vóru okkurt um 1.500 føroyingar á áskoðaraplássunum. Í Royal Arena, tá Føroyar spældu ímóti Ukraina, vóru umleið tvífalt so nógvir føroyskir áskoðarar.

Vit vóna sjálvsagt, at stuðulin verður eins góður, nú Montenegro stendur fyri tørni.

Føroyar spældu javnt, 24-24, í Montenegro í fjør. Ídnu hondbóltsmenninir hava víst, at teir kunnu geva øllum dygga mótstøðu.

Kom við til eina hondbóltsveitslu!

Dysturin byrjar klokkan 19.30 danska tíð.

Atgongumerkini kosta 125  krónur og kunnu keypast her. 

Tekningin á Ticketmaster yvir setrini er eitt sindur misvísandi. Plássini, sum eita E, F, J og K, er uttasta sektión framvið vøllinum. Bara seks setur eru uttanfyri sjálvan vøllin, eins og víst er á myndini niðanfyri. Tað merkir, at allar hinar sektiónirnar eru longur móti miðjuni, enn tekningin vísir, tá keypt verður.

Farum Arena

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.