Atgongumerkjasølan er byrjað

Nú kunnu føroyingar endiliga tryggja sær atgongumerki til dystin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Danmark. 

Onnur langsíðan, ið er besta pláss í høllini, er sett av til føroysku áskoðararnar. Atgongumerki kunnu keypast við at trýsta her.

Dysturin verður leygardagin 27. oktober í stásuliga Skjern Bank Arena. Tað er pláss fyri 3.600 áskoðarum.

Skjern er hálvan tíma frá Billund.

Hondbóltssambandið vónar og væntar, at nógvir føroyingar fara at stuðla føroysku hondbóltsmonnunum, serliga nú, tá teir eru noyddir at spæla sínar heimadystir á útivølli.

Koyr á Føroyar!

FM1-avtalan heldur fram

17. september 2019

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

HSF og P/F SMS leingja samstarvið

15. september 2019

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Væleydnað dómaraskeið

12. september 2019

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.