Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða , 28. og 30. apríl og 2. mai.

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða , 28. og 30. apríl og 2. mai.
Í mai mánaði skipar IHF fyri fleiri online barnavenjaraskeiðum. Øll kunnu melda seg til. Les meira um skeiðini her.
Dagført við kvinnuhálvfinalunum. Nú byrjar endaspælið í Burn- og SMS-kappingini og rúgvusmikla skráin er løgd.
Eitt spennandi bólkaspæl bíðar føroyskum kvinnunum, um tær vinna EM-undan-undankappingina í juni.
Føroysku kvinnurnar taptu eisini seinna HM-undandystin í Minsk. Føroyar taptu í dag 26-18 fyri Sveis, eftir 14-11 í hálvleikinum.
A-landsliðið hjá kvinnum tapti greitt fyri vertunum í Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 13-21, eftir 7-15 í hálvleikinum.
Dystirnir hjá Føroyum í HM-undankappingini í Minsk í Hvítarusslandi verða vístir í Kringvarpinum.
Føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk saman við Ísrael og Finnlandi til EM-undan-undan-kappingina. Føroyar vann eisini fyrsta rætt at hýsa kappingini.
Í morgin, mikudagin 17. mars, verður lutakastið til EM-undankappingina hjá A-kvinnum.
Komandi vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum til HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis.