Landsliðsvenjararnir Ágúst Johannsson og Sophus Dal Christiansen hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar í september móti Póllandi og Rumenia.

Landsliðsvenjararnir Ágúst Johannsson og Sophus Dal Christiansen hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar í september móti Póllandi og Rumenia.
Leygardagin 7. september verður Hoyvíkshøllin karmur um dystirnar um Lionsbikørini. Hetta er tað, sum fyrr varð rópt stórsteypadystir, har tey bestu farna kappingarár hjá kvinnum og monnum kappast um steyp.
Dagarnar 6. – 7. september skipar HSF fyri dómaraskeiðum. Skeið verða bæði fyri nýggjum og royndum dómarum.
Føroyar liggja nr. 14 á nýggjasta styrkislistanum hjá EHF yvir ungdómslandsliðshondbólt í Europa.
HSF hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Einar Jónsson, um at gerast landsliðsvenjari fyri U04 kvinnur. Magni Thomsen verður hjálparvenjari.
Føroysku U17-kvinnurnar tryggjaðu sær í morgin 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia. Føroyar vunnu ein greiðan 30-16 sigur á vertstjóðini, eftir 18-8 í hálvleikinum.
Føroyar vann í morgun ein greiðan sigur á Finnlandi í kappingini um 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi, Georgia. Fyri at tryggja plássið skal Føroyar vinna móti Georgia í morgin. Úrslitið var 33-22 til Føroyar eftir 19-11 í hálvleikinum.
Føroyska U-17 liðið hjá kvinnum spældi í morgun javnleik móti Ukraina. Tað restaði sostatt bert eitt mál í at røkka hálvfinaluna í EM-kappingini í Georgia. Úrslitið gjørdist 26-26, eftir 15-13 til Ukraina í hálvleikinum.
Føroyska A-landsliðið spældi ein góðan dyst móti Bjerringbro-Silkeborg í Høllini á Hálsi í kvøld. Úrslitið gjørdist 33-25, eftir at Føroyar var á odda 16-14 í hálvleikinum.
Føroyar spældu í morgun javnleik 23-23 móti Grikkalandi, eftir hálvleiksstøðuna 11-9 til Grikkaland.