Aganevndin hevur týsdagin sent Stjørnuni fráboðan um, at kæran, sum Stjørnan sendi inn eftir steypadystin millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum, er avvíst.

Aganevndin hevur týsdagin sent Stjørnuni fráboðan um, at kæran, sum Stjørnan sendi inn eftir steypadystin millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum, er avvíst.
Nú ungdómskappingingarnar og lægri deildirnar í Danmark hava ligið stillar í longri tíð, vegna korona, eru fleiri leikarar, sum eru lesandi í Danmark, komnir heim og hava skift aftur til føroysk feløg.
Komandi vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingin av álvara og kemur kappingin at vara heilt til vikuskiftið 20. – 21. februar, sum er stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi.
Eftir ætlan skuldu Føroyar og Kekkia spæla seinna EM-undankappingardystin sínamillum komandi leygardag í Pilzen í Kekkia. Hesin dysturin er nú eisini útsettur.
Kekkiska ferðalagið varð kannað fyri koronu við komu á flogvøllin seinnapartin í gjár, og vísti tað seg seint í gjárskvøldi, at átta í ferðalagnum eru smittað av koronu.
Hóast dysturin ikki alment er avlýstur av EHF enn, kann HSF staðfesta, at eingin landsdystur verður í Høllini á Hálsi í kvøld.
Mikukvøldið kl. 20.00, í Høllini á Hálsi, tekur A-landsliðið hjá monnum hjá monnum móti Kekkia í EM-undankappingardysti.
Eftir at hava viðgjørt støðuna í mun til korona saman við myndugleikunum á økinum, hevur HSF gjørt av, at avlýsa allar barnakappingar og ungdómsdystir hetta vikuskiftið. Dystirnir í fremstu deildunum verða tó leiktir.
A-landsliðið hjá monnum hevur verið saman millum jól og nýggjár, og eftir dagsins venjing var greitt, at liðið, ið møtir Kekkia til EM-undankappingardystirnar, í stóran mun er tað sama, sum varð úttikið fyrr í ár, áðrenn hesir dystirnir vóru útsettir.
Øllum hondbóltsvinum nær og fjar verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár!