Avgerð um huldumálið

Aganevndin hevur tikið avgerð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.

Aganevndin hevur tikið avgerð um, at dysturin kann spælast av nýggjum, um VÍF ynskir hetta. Dysturin endaði við javnleiki og kann VÍF vinna eitt stig við at spæla dystin umaftur, men kann eisini risikera at missa eitt stig. VÍF skal boða HSF frá, um tey ynskja nýggjan dyst í seinasta lagi hósdagin 29. okt. kl. 15.00.

Úrskurðurin kann lesast her:
20-1026 VÍF kæra um huldumálið

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.