Avmarkað áskoðaratal til Faxe Kondi steypafinalurnar

Orsakað av almennu tilmælunum, verður talan um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í Høllina á Hálsi at síggja Faxe Kondi steypafinalurnar í vikuskiftinum.

Feløgini, sum hava finalulið, hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til hvørja finalu, sum tey sjálvi sleppa at seta nøvn á. Bert tey, ið framganga av listunum, sleppa at keypa atgongumerki við dyrnar. Kostnaðurin fyri finalurnar hjá teimum vaksnu er 100 kr., meðan barnafinalurnar kosta 50 kr. Tað er sami prísur fyri vaksin og børn í skúlaaldri. Børn undir skúlaaldur rinda ikki.

Høllin verður deild upp í trý øki, sum hava hvør sína inn- og útgongd. Millum hvønn dyst verða áskoðararplássini tømd, soleiðis at áskoðararnir til tann næsta dystin sleppa framat. Áskoðarar rinda bert fyri ein dyst á gangin og merkir hetta, at áskoðararnir mugu út ímillum hvønn dyst.

Økið í sunnara parti av høllini, har feløgini vanliga hava havt fjepparatiltøk og sølubúðir verður ikki. Tað verður heldur ikki møguligt, at keypa kaffi, te ella annað líknandi í høllini finaluvikuskiftið.

Tey, ið ikki hava møguleika at síggja finalurnar í høllini, kunnu síggja dystirnar hjá teimum vaksnu í KVF ella lurta á FM1. Hartil verða allar barnafinalurnar stroymdar á youtube kanalini hjá HSF – HandballFaroeIslands.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.