Avmarkað áskoðaratal til landsdystin

Komandi sunnudag, kl. 18.00, spæla Føroyar og Ukraina í Høllini á Hálsi. Eitt avmarkað tal av áskoðarum sleppa í høllina at síggja dystin.

Eingin almenn atgongumerkjasøla verður tó til dystin, men hava hondbóltsfeløgini fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at umsita. Ætlandi verður høllin deild í tríggjar partar, har 200 áskoðarar sleppa í hvønn part av høllini.

 

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.