Avsmurdir av Íslandi

Føroysku U16-dreingirnir høvdu tað torført móti vælleikandi íslendingum í dag. Ísland vann 34-21, eftir hálvleiksstøðuna 17-10 til ísland.

Dysturin gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, tá støðan var 4-4, men dróg Ísland spakuliga frá eftir hetta. Føroyska miðverjan stóð ov fløt at byrja við og fingu íslendingar ferð eftir ferð skot inn yvir miðjuna. Føroyar skiftu nógv út og royndu við fleiri uppstillingum, men varð ringt at finna røttu rútmuna í longri løtum. Tað var eyðsýnt í fyrra hálvleiki, at íslendingar høvdu stinnari verjuna og blivu okkara leikarar trýstir meira í skotstøðunum.

Íslendingar fóru til hálvleiks við einari 7-máls leiðslu og øktist hendan eisini í seinna hálvleiki. Føroyska spælið hevði til tíðir góðar einstaklinga atsóknir, men góða kollektiva spælið bleiv aldrin talan um. Toppskjútti hjá Føroyum við 6 málum og mest eyðsýndi leikarin í álopinum var Rúnar Hammer, sum stóð seg væl við bæði skotum útifrá og góðum gjøgnumbrotsspælið.

Liðini møtast aftur í morgin kl. 17.00 í Høllini á Hálsi.

Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 6
Brian Eyðfinnsson 2
Rógvi Brimnes 2
Lýðari í Dímun
Jákup Egholm 2 (1)
Haraldur Karlsson 2 (1)
Magnus Árason 1
Magnus Rubek Carlsen 1
Torkil Dahl 1
Sebastian Gullfoss 1
Jón Midjord 1

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.