Barna- og ungdómsvenjing

Børn læra best við at spæla, men tey skulu ikki spæla so nógv, at tey ikki læra. Tí er lyklaorðið í slíkum venjingartímum; spæl, gleði, trivnaður og hugni, men eisini álvari.

Soleiðis skriva Dia Midjord og Birgir Hansen, sum hava gjørt eina hondbóltslæruætlan, ið ber heitið Føroyski Leisturin, har greitt verður frá og kunnað verður um ymsar hondbóltsstøður, sum kunnu verða til gagns fyri venjarar, spælarar og hondbóltsáhugað.

Vit fara komandi vikurnar at vísa á ymisk evni, sum verða viðgjørd í Føroyska Leistinum. Hesaferð er evnið barna- og ungdómsvenjing.

Skal venjarin duga at fyriskipa eina venjing, sum hóskar til ávísan aldursbólk, er alneyðugt, at venjarin veit, hvat børn vanliga megna í ymsu aldursbólkunum. Hevur venjarin hesa vitan, er venjarin munandi betri førur fyri at skilja spælararnar og fyriskipa eina hóskandi venjing.

 

Barnavenjing

Barnavenjing uttan bólt er næstan burturspilt tíð.

Venjarin skal hava eina góða vitan um, hvat krevst fyri at spæla hondbólt. Samsvarandi hesi vitan skipar hann venjingina, soleiðis at hon líkist hondbólti og soleiðis, at bólturin altíð er við. Børnini koma til venjing, tí teimum dáma at spæla við bólt. Tað er óneyðugt at venja:

● sum rennarar fyri at orka
● sum sprintarar fyri at gerast kvik
● sum vektlyftarar fyri at gerast sterk
● sum fimleikarar fyri at gerast fim

Tey gerast treyst, kvik, sterk og fim við hondbóltsspæli ella hondbóltslíknandi spølum. Slík venjing er bæði stuttlig og lærurík. Bóltførleikin batnar, so hvørt tey nerta bóltin. Taktiska innlitið økist, oftari tey eru í ymiskum hondbóltsstøðum, og tí verður tað eisini alt lættari at velja frægastu loysnina.

Um barnið bara fær boð undir venjingini, hvat gerast skal, so gerst tað sjálvsagt betri til at taka ímóti boðum. Men tað gerst ósjálvstøðugt og illa ført fyri at finna frægastu loysnina í givnu støðuni. Hondbóltsspælið er soleiðis skipað, at spælari ofta skal gera av, hvat hann skal gera. Ongin annar kann gera hetta fyri spælaran. Tí eigur venjarin at skipa venjingina soleiðis, at barnið ofta fær møguleikan at taka egnar avgerðir. Tá búnast barnið til ein sjálvstøðugan og kreativan spælara.

 

Ungdómsvenjing

Fleiri endamál eru við føroyskum ungdómshondbólti:

● at geva so nógvum ungdómi sum gjørligt møguleikan til at spæla hondbólt á einum støði, sum hóskar til teirra førleikar
● at menna teir evnaríkastu spælararnar til framtíðar hondbólt í bestu føroysku deildini, á landsliðnum og seinni kanska uttanlands
● at læra góðan atburð og vanar, sum eru til gagns í ítrótti og øðrum høpi

Fyri at røkka hesum málum, mugu ungdómsliðini hava tilkomnar venjarar, ið eru fakliga væl fyri, bæði hondbóltsliga og námsfrøðiliga. Venjararnir mugu eisini hava góðan hugburð og gott hegni at arbeiða við ungdómi.

Fyri at tryggja at feløgini náa endamálið, verður mælt feløgunum til at seta ein høvuðsungdómsvenjara við ábyrgd fyri ítróttarliga arbeiðnum í ungdómsdeildini. Høvuðsungdómsvenjarin kundi eitt nú havt hesar uppgávur:

● vegleiða ungdómsvenjarar
● ansa eftir, at venjingin er á hóskandi stigi og samsvarar læruætlanini
● eygleiða dystir fyri at vegleiða venjarar og spælarar
● hava servenjing við evnaríkastu ungdómsspælarunum
● av og á hjálpa til við venjingunum, men skal helst ikki sjálvur hava fast lið at venja
● skipa fyri venjarafundum
● syrgja fyri at samla saman lærutilfar
● hjálpa til við foreldrasamskiftinum
● eggja venjarum til framhaldandi útbúgving, eitt nú við at taka lut á skeiðum

Útbúgvingin hjá høvuðsungdómsvenjaranum skal lúka minstukrøvini hjá HSF. Venjarin eigur støðugt at endurútbúgva seg við m.a. at lesa fakbøkur, taka lut á ískoytisskeiðum, vitja útlendsk feløg v.m.

Øll lið hjá felagnum eiga at hava vaksnar venjarar. Ber tað ikki til, má ein vaksin venjari vera til hvønn aldursbólk hjá gentum og dreingjum, og yngri venjarar mugu so hjálpa til.
Krøv til venjarar:

● hava venjaraútbúgving, sum líkur minstukrøvini hjá HSF
● endurútbúgva seg javnan
● væl fyrireikað, møta rættstundis og í venjingarbúna
● vera í góðum lag, rósa nógv, tó uttan at skammrósa
● tosa javnan við tann einstaka um hansara spæl og trivnað
● áseta mál fyri tann einstaka í samráð við spælaran
● áseta mál fyri liðið í samráð við spælararnar
● duga at vísa ymsu teknisku venjingarnar ella fáa eldri spælarar at vísa tær
● kunna nevnd og foreldur í felagnum um ásettu málini
● hava gott samskifti við foreldrini

Venjarin skal leggja venjingarnar soleiðis til rættis, at spælararnir bæði eru virknir og læra, samstundis sum teir hava tað stuttligt. Venjarin eigur ikki at greiða leingi frá, tí so keða børnini seg og gloyma at lurta eftir – kropshitin lækkar eisini.

Spælarar læra betri ígjøgnum eyguni enn ígjøgnum oyruni, men besta læran fæst við at venja. Venjarin skal tí vísa venjingina, greiða stutt frá, vísa aftur og so lata spælararnar venja. Síðani tekur venjarin seg burturfrá, so hann kann eygleiða allar spælararnar. Gongst illa hjá fleiri, kallar hann á teir aftur, vísir venjingina og greiðir frá einaferð afturat.

Eru tað hinvegin fáir, sum gera mistøk, leiðbeinir venjarin hesar einstaklingar og minnist til at rósa, tá framgongd er.

Vil venjarin royna eitthvørt nýtt, sum spælararnir skulu venja á fyrsta sinni, er umráðandi at vita, nær henda venjingin skal roynast í tímanum. Víst verður til strikumyndina um uppmerksemið, sum sæst niðanfyri:

Venjingartíttleikin er ymiskur í feløgunum, og mangan íðka spælararnir fleiri ítróttargreinar samstundis. Hetta gevur stórar avbjóðingar, hvussu ein samlað venjingarætlan verður løgd til rættis til tann einstaka spælaran. Her má og skal samskiftast ímillum avvarðandi í feløgunum um venjingarmongd, dystir, hvíld, kost, svøvn og gerandisdagin annars hjá spælaranum. Hetta eigur at gerast fyri at sleppa undan, at spælarin overvar seg og í ringasta føri brennir út.

Ungir spælarar, sum eru serliga evnaríkir, gerast ofta áhugaverdir í eygunum hjá venjarunum í bestu vaksnamannadeildini í felagnum, og spælararnir verða fluttir upp at venja og spæla saman við teimum vaksnu.

Her er umráðandi og avgerandi, at broytingin verður framd, tí tað er tað skilabesta fyri spælaran, og ikki tí at eitt “hol” skal tippast á besta liðnum. Ungdómsspælarin eigur bæði kropsliga og sálarliga at vera búgvin, áðrenn hann fær slíka stóra avbjóðing. Verður tilgongdin gjørd eftir eini miðvísari ætlan og í samstarvi við ungdómsvenjaran, sum kennir spælaran best, kann tað geva meining, men allar best er, tá ungdómsspælarar sleppa at menna seg saman.

Hevur skaði elvt til, at spælarar hava verið burtur frá venjing í longri tíð, er týdningarmikið, at venjarin leggur eina ætlan fyri tilgongdina, tá spælarin kemur aftur at venja við liðnum. Endurvenjingin hjá tí skadda eigur at taka fyrilit, so at spælarin ikki alt fyri eitt venur á sama støði, sum hinir frísku. Tann, ið hevur havt skaða, eigur at fáa uppvenjing í samsvari við skaðan og skaðatíðina.

Her kann viðmerkast, at skaðafyribyrgjandi venjingar eiga altíð at vera partur í vanligu venjingini.

Øll læruætlanin kann síggjast her.

Turið til topplið í Íslandi

17. mai 2018

Mikudagin gjørdu Turið Arge Samuelsen og Hondbóltsfelagið Haukar á Hafnarfirði avtalu um, at Turið spælir við besta kvinnuliðnum hjá Haukum kappingarárini 2018/19 og 2019/20.

Fríkast: Danir á føroyska landsliðnum

14. mai 2018

Kjak hevur stungið seg upp um hondbóltsspælarar, sum ikki hava føroysk ættarbond, skulu kunna spæla á føroyskum landsliði, nú málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, er úttikin til bruttohópin hjá A-landsliðnum.

U16 landsliðið vann á U18 hjá Skjern

11. mai 2018

U16 landsliðið hjá Føroyum er í hesum døgum á venjingarlegu í Danmark. Í dag vóru tveir venjingardystir á skránni. Føroyar vunnu annan teirra.