Besta mansdeildin eitur nú Burn deildin

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fyri kappingarárið 2020–21. Eisini er greitt, at besta mansdeildin skiftir navn og eitur nú Burn deildin. Burn er størsti veitari av venjing í Føroyum og hevur fleiri venjingarmiðstøðir kring landið.

Í vikuni var myndatøka, har øll liðini í SMS- og Burn deildini vóru umboðaði. Samstundis vóru Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS, og Jákup Suni Berg, stjóri í Burn til staðar og undirskrivaðu sáttmálan.

– Gunn Ellefsen sigur um longda sáttmálan, at saman við einum góðum stuðli sum SMS-samtakinum kunnu vit menna heimligu kappingarnar enn meira. Fleiri spennandi átøk við nýggjum miðlum eru ávegis, sum fólk vónandi fara at taka væl ímóti.

–  Durita Nolsøe fegnast um stóra áhugan og umrøðuna hondbóltskappingarnar hava havt seinastu árini. Tað er eyðsýnt, at feløgini leggja sera nógv fyri og gevur hetta okkum harvið eina áhugaverda vøru at leggja navn til, sigur Durita Nolsøe.

– Jákup Suni Berg viðmerkir til samstarvið, at tað er spennadi at leggja navn til mansdeildina og hondbólt sum heild, sum er ein ítróttur, har kropsliga styrkin og venjingin er í hásæti.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.