Bláa kortið tikið aftur

Dómaranevndin boðar frá, at dómararnir og eygleiðarin í dystinum leygardagin millum kvinnuliðini hjá H71 og StÍF, hava viðgjørt bláa kortið, sum var víst Duritu Toftum Joensen við dystarlok, saman við reglutulki HSF´s.

Boðað verður frá, at bláa kortið verður tikið aftur og sostatt ikki beint víðari til aganevndina.

Vanliga mannagongdin, tá blá kort verða givin er, at dómararnir senda frágreiðing til reglutulk HSF´s, sum saman við dómarunum og møguligum eygleiðara, meta um brotið skal beinast til aganevndin. Blá kort kunnu trekkjast aftur, og í hesum førinum var brotið mett at hoyra undir spælireglu 8:5 b, sum skal geva reytt kort, ikki blátt.

8:5 b sigur fylgjandi:
8:5 En spiller, som angriber en modspiller på en måde, der bringer dennes helbred
i fare, skal diskvalificeres (16:6a). Den særlige fare for modspillerens helbred
opstår som følge af forseelsens høje intensitet – eller med det faktum,
at modspilleren er fuldstændig uforberedt på forseelsen og derfor ikke kan
beskytte sig imod den (se regel 8:5 kommentaren).
b) en særlig aggressiv handling rettet mod en del af modspillerens krop,
særligt mod ansigt, hals eller nakke (intensiteten af kropskontakten)

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.