Bók um Elias

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Bókin er í bókarøðina krabbabøkur, sum Nám gevur út. Krabbabøkur eru bøkur, sum eru lættar at lesa, har dentur verður lagdur á ta góðu søguna. Bókin fevnir um lívið hjá Eliasi. Bæði frá hondbóltslívinum, men eisini frá persónliga lívinum. Fyrimunirnir og vansarnir, ið fylgja við hondbóltslívinum. Bókin greiðir eisini frá barnaárunum hjá yrkisleikaranum. Tá Elias hevði frí frá hondbólti, nýtti hann tíðina í Hoyvíkshøllini saman við vinmonnum, ið fleiri nú eisini spæla hondbólt á høgum støði.

Bókin er hugsað børnum og ungum í 2. – 5. flokki. Hon veitir ungu ítróttafølkunum eina góða fyrimynd, ið kann hjálpa teimum at síggja hvat skal til fyri at røkka sínum dreymum.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.