Bruttohópurin hjá kvinnum úttikin

Føroyar hava tveir dystir eftir í EM-undankappingini hjá A-landsliðnum við kvinnum, á hesum sinni. Fyrri dysturin er 30. mai á heimavølli móti Serbia og seinni dysturin er 3. juni á útivølli móti Svøríki.

Landsliðsvenjarin, Dia Midjord, hevur úttikið ein bruttohóp á 26 spælarar.

Bruttohópurin
Viviann Petersen, Selfoss
Ragnhild á Heygum, VÍF
Margit W. Fríðmundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Siw Matras, TMS Ringsted
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Randi Virgarsdóttir, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Heidi Maria Akselsen, VÍF

Daniella Joensen, Neistin
Marjun Falkvard Danberg, Neistin

Eir Martinsdóttir Berg, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Jansy Jacobsen, Stjørnan
Sonja Sirdal, Stjørnan
Judith Dam Jacobsen, Stjørnan

Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Vár H. Thomsen, H71
Durita Toftum Joensen, H71

Føroyar eru umframt í bólki við Serbia og Svøríki, í bólki við Makedonia.

Hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið við kvinnum hevur verið við í EM-undankapping. Í fjørsummar vunnu Føroyar EM-undanundankappingina og vunnu sær harvið atgongd at spæla millum tey bestu. Og tað hevur fyrsta EM-undankappingin sannað, at Føroyar nú kappast móti teimum bestu. Svøríki er fjórðbesta kvinnulandslið í heiminum, meðan Serbia er á einum níggjunda plássi.

Úrslit
Makedonia – Føroyar, 28-24
Føroyar – Makedonia, 15-22
Føroyar – Svøríki, 15-33
Serbia – Føroyar, 36-20

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.