Burn og SMS halda áfram sum deildarstuðlar hjá HSF

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fram til kappingarlok 2023.

Hetta merkir m.a., at kappingarnar enn koma at bera nøvnini Burn kappingin og SMS kappingin og koma nøvnini at verða sjónlig í flest øllum viðurskiftum, hvat kappingunum viðvíkur.

Gunn Ellefsen og Jákup Suni Berg hittust herfyri í SMS, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður.

– Gunn Ellefsen sigur um longda sáttmálan. Tað tykist, sum hava fólk tikið nøvnini á kappingunum, Burn kappingin og SMS kappingin, til sín og saman við tílíkum góðum stuðlum, kunnu vit menna heimligu kappingarnar til eina enn betri merkisvøru.

– Jákup Suni Berg viðmerkir til samstarvið, at tað er stuttlig og hugtakandi at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har kropsliga menningin hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Spælið er vorið skjótari og setur hetta stór krøv til kroppin hjá tí einstaka leikaranum.

–  Durita Nolsøe, býlingstjóri í SMS, viðmerkir til sáttmálan, at tey fegnast um stóra áhugan fyri hondbóltskappingunum og hvussu hesar eru blivnar alt meira sjónligar í miðlunum og á  nýggjum talgildum pallum.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.