Búsetur heldur fram sum stuðul

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur, hava í dag skrivað undir og longt samstarvsavtaluna, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF komandi hálvtriðja árið.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, hittust á HSF-skrivstovuni á Frúutrøð í dag, har sáttmálin var undirskrivaður. Búsetur verður við hesum verandi ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á klæðunum hjá landsliðunum.

Til sáttmálan viðmerkir Sjúrður Holm,

– Vit í Búsetri hava verið við á hondbóltferðini hjá føroyskum hondbólti í nøkur ár nú. Menningin hevur verið eyðsýnd og úrslitini góð bæði hjá ungdóminum, teimum vaksnu, kvinnum og monnum. Sum byggifyritøka fegnast vit um, at vit eisini kunnu vera við til at leggja grundarsteinar og byggja upp í ítróttarhøpi.

– Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan,

Vit eru sera fegin um, at Búsetur heldur fram sum stuðul hjá HSF. Teir hava verið við, nú vit hava verið í einum tíðarskeiðið, har vit hava roynt at lyft landsliðsarbeiðið upp á eitt hægri stig, og vit gleðast nú teir vilja verða við at tryggja, at hetta virksemi kann vera støðugt og áhaldandi komandi árini.

Sáttmálin er galdandi til og við 2023.

Atgongumerki til sølu

31. januar 2023

Kl. 12.00 í dag koma atgongumerki til komandi steypafinalurnar og manslandsdystir til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.