Dagførd koronavegleiðing

Korona-støðan í samfelagnum broytist leypandi og nú kappingarárið í hondbólti byrjar, hevur HSF dagført sína korona-vegleiðing í sambandi við venjing og dystir.

Leikarar
– Ver altíð heima, um tú hevur sjúkutekin.
– Hav gott handreinføri.
– Hav egnan drekkidunk við.
– Halt frástøðu í mest møguligan mun.
– Hevur tú illgruna um smittu, lat teg alt fyri eitt kanna og ver heima til úrslitið fyriliggur.

Ábyrgdarfólk
– Spritt skal standa frammi viðkomandi støð í høllini.
– Viðkomandi yvirflatir skulu verða sprittaðar javnan.
– Skipa skráseting av áskoðarum o.ø. skal fara fram í sambandi við venjing og dystir.
– Almennu tilmælini viðvíkjandi sóttarhaldi skulu verða fylgd.

Áskoðarar
– Ver altíð heima, um tú hevur sjúkutekin.
– Hav gott handreinføri.
– Skráset teg við navni og telefonnummari.
– Halt frástøðu til aðrar áskoðarar, leikarar o.o., og sit einans tætt uppat persónum úr tínum egna húski.

Góð ráð til feløgini:
– Um skiftingarrúm verður nýtt til fleiri ymisk lið sama dag, eigur skiftingarrúmið at verða vaska/spritta við hóskandi millumbilum.
– Er felagsfundur áðrenn dyst, eigur hesin at verða í einum so stórum høli, at tað kann verða í minsta lagi 1 metur millum hvønn luttakara.
– Vestar og venjingarútgerð eigur í mest møguligan mun at verða handfarin av sama persóni, og best er, um útgerðin verður vaskað áðrenn og eftir dyst.
– Heitið á kommununa um at hanga plakatur upp viðkomandi støð í høllini, sum minna fólk á at fara heim, um tey hava sjúkutekin, at hava gott handreinføri og í mest møguligan mun at halda frástøðu.

Útsetan av dystum
– Um tríggir ella fleiri leikarar á sama liði verða raktir av korona ella tvungnari karantenu, kan dystur verða útsettur. Skjalprógv frá Landslæknanum skal fyriliggja.
Vegleiðingin kann takast niður her:
20200903 HSF Korona-leiðreglur

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.