Danmark er heimsmeistari

Donsku hondbóltsharrarnir eru heimsmeistarar.

Danmark vann sannførandi 31-22 á Noregi í HM-finaluni.

Tað var ongantíð nakar ivi, at Danmark var betra liðið í Boxen í Herning í kvøld. Liðini fylgdust til 4-4, men so byrjaðu donsku leikararnir at draga frá og settu seg fullkomiliga á dystin.

Danska verjan hevði gott tak á Sander Sagosen og kontraálopunum hjá Noregi, samstudis sum Niklas Landin stóð ein framúr dyst.

Hálvleiksstøðan var 18-11.

Danir slakaðu ikki í seinna hálvleiki og sama gongdin helt fram. Munurin bara øktist og reyðu áskoðararnir vóru á gosi og fagnaðu sínum leikarum, sum vunnu HM-finaluna við níggju málum.

Danmark kann nú kalla seg heimsmeistara á fyrsta sinni.

Frakland vann dystin móti Týsklandi um bronsuna.

Føroyska manslandsliðið skal spæla móti heimsmeistarunum í juni.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.