Dia verður hjálparvenjari hjá manslandsliðnum

Dia Midjord er settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. 

– Tað er stór framgongd í føroyskum hondbólti og eg vil fegin vera við at føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið, sigur nýggi hjálparvenjarin.

Dia Midjord tekur við eftir Jeppe Borch, ið hevur verið hjálparvenjari seinastu tvey árini. Jeppe Borch er fluttur aftur til Danmarkar, eftir fýra ár í føroyskum hondbólti.

A-landsliðið við monnum fer nú undir fyrireikingarnar til HM-undankappingina, sum byrjar í vetur. Manslandsliðið hevur sína fyrstu savning í næstu viku, tá teir millum annað skulu spæla venjingardyst móti danska stórfelagnum, Bjerringbro/Silkeborg.

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.