Dia høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum

Dia Midjord skal standa á odda fyri A-landsliðnum hjá kvinnum, saman við Sophus Dal Christiansen. Avtalan millum HSF og venjararnar er galdandi fram til árslok 2018. 

Dia tekur við eftir Scott Harrigton, ið segði seg úr sessinum sum høvuðsvenjari í september, tí hann tók av tilboði sum landsliðsvenjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum. Sophus Dal Christiansen hevur verið virkandi hjálparvenjari síðan tíðliga í heyst.

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tveir EM-undakappingardystir í mars og aftur tveir í mai, næsta ár.

Landsliðsvenjararnir fara í næstum at kunngera eina virkisætlan.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.