Dómarafundur

Dómaranevndin hjá HSF kallaði teir, sum døma í hvonn- og FTZ-deildini, til fundar í ÍSF-húsinum, týskvøldið 21. november.  Vanligt er, at dómararnir hittast nakrar ferðir gjøgnum kappingarárið at eftirmeta og práta um viðkomandi viðurskifti.

Dánjal Samuelsen legði fram um væntanir til dómarar og dómaraatburð í samband við dystir, og harumframt gjøgnumgekk Kartsten Joensen tey viðurskifti, sum áherðsla hevur verið løgd á í ár.

Sum altíð var uppmøtingin góð og kjakið lívligt.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.