Dómaraskeið fyri hondbóltsfeløg

Mynd: Eileen Sandá

Mynd: Eileen Sandá

Dómaraskeið fyri hondbóltsfeløg 2019

Skeiðið verður hildið úti hjá feløgunum eftir nærri avtalu í seinnu helvt av september og í oktober 2019.

Málbólkar eru:

1. Øll í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum
2. Venjarar í felagnum
3. Skrivarar og tíðtakarar


Skipan av dómaraskeiðum

  1. Dómaraskeiðið verður hildið í hóskandi undirvísingarhølum hjá tykkum.
  2. Best er, um atgongd er til uppvørpu á staðnum.
  3. Skeiðið tekur áleið 3 tímar. Best er, um skeiðið verður hildið innanfyri tíðarbilið 17:00 – 22:00 og skal tí byrja í seinasta lagi kl. 19:00 (tó undantikið, um skeið verður í Vági fríggjadag).
  4. Tað er umráðandi, at atgongd er til ein hondbóltsvøll (part av vøllinum) til praktiska undirvísing og undirvísing av skrivarum og tíðtakarum.
  5. So skjótt sum vit hava ásett dagin fyri tykkara dómaraskeið, seta vit okkum í samband við tykkum og avtala nærri um praktisk viðurskifti.
  6. Alt eftir tilmeldingum og atlit til praktisk viðurskifti,  verða nøkur dómaraskeið hildin fyri fleiri feløgum samstundis.

Yvirskipað skrá:

1. Hvat er høvuðsuppgávan hjá einum dómara og hvat inniber rollan
2. Hvat siga reglarnar og hvussu leiða vit ein hondbóltsdyst um mun til galdandi reglar
– Gjøgnumgongd av grundleggjandi dómarareglum, tolkan av reglum og dómaratekin v.m.
– Hvussu skal dømast í yngru deildunum, vaksnamannadeildum og fremstu deildum.
– Spurningar og svar til reglar og praksis
3. Hvat er uppgávan hjá skrivara og tíðtakara
4. Hvussu kunnu dómarar og venjarar samstarva og menna hondbóltsspælið (serliga í yngru deildunum)
5. Hvussu kann eg mennast sum dómari (Menningarætlan hjá HSF)

Evni 2 og 3 verða partvíst tikin upp í fundarhøli og úti á hondbóltsvøllinum.

Skeiðhaldarar eru:

Karstin Joensen, regultulkari og mennari
Hartvig Joensen, eygleiðari og mennari
Heri Petersen, dómari og mennari
Dánjal Samuelsen, dómari og mennari

Hesir dagar eru settir av til dómaraskeið fyri hondbóltsfeløg:

Týsdag 24. september, kl. 18:00 – Team Klaksvík/Stjørnan
Hósdag 26. september, kl. 18:00 – SÍF/Søljan
Mikudag 2. oktober, kl. 18:30 (EB)
Hósdag 3. oktober, kl. 19:00 (H71)
Mánadagin 7. oktober, kl. 17:00 (ÍA)
Mikudag 9. oktober, kl. 19:00 (Neistin)
Hósdag 10. oktober, kl. 19:00 (VÍF)
Sunnudagin 20. oktober, kl. 16:30 (VB)

Onnur tíðspunkt verða gjørd eftir nærri avtalu tá feløg skráseta seg.

Tilmelding og nærri kunning:

Feløg kunnu skráseta seg at hýsa dómaraskeiði her.
Meira kunning fæst við at venda sær til Ára Rouch, ari@hsf.fo, tlf. 231982 ella til Dánjal Samuelsen, menningarsamskipara, danjal@kthusid.fo, tlf. 555557.