HSF – dómaraskeið við 6. – 7. september 2019

2Hoyvíkshøllin er ramma um dómaraskeiðini 6. – 7. september 2019.

 

Yvirlit:

  1. Skeið fyri B – dómarum og nýggjum dómarum í vaksnamannadeildini 
    Fríggjadagin 6. september 2019, kl. 17:00
  2. Dómaraskeið fyri A – dómarum, nýggjum A – dómarum og mennarum/eygleiðarum 
    Leygardagin 7. september 2019, kl 10:00
  3. Felagsfundur fyri venjarar, dómarar og mennarum/eygleiðarum
    Leygardagin 7. september 2019, kl 19:30
  4. Tilmelding og nærri kunning
    Tilmelding fer fram í seinasta lagi 5. september 2019 við at trýsta á her.

 



1 – Fríggjadagin 6. september 2019:
Skeið fyri B-dómarum og nýggjum dómarum í vaksnamannadeildini

Kl. 17:00 – 21:00:  B-dómaraskeið við Jørn Møller Nielsen, Dómarainstruktør frá DHF
Ábit og drekkandi verður at fáa.

INNIHALD:
B–skeið fyri dómarum í 1., 2. deild, U18 og nýggjum dómarum, ið skulu døma í vaksnamannadeildini.

  1. Gjøgnumgongd og tolkan av galdandi hondbóltslógum, m.a. við praktiskum dømum við Jørn Møller Nielsen.
  2. Yrki at vera dómari og at leiða ein hondbóltsdyst.

LEGG TIL MERKIS:

  1. Allir dómarar, ið døma í 1. deild og U-18 skulu hava B–góðkenning.
  2. Dómarar, ið ynskja at gerast A–dómarar og sum ikki áður hava dømt í bestu deildunum (Okkara og SMS – deildini), skulu hava B–góðkenning fyri at kunna fáa A-góðkenning.

2 – Leygardagin 7. september 2019:
Dómaraskeið fyri A–dómarum, nýggjum A–dómarum og mennarum/eygleiðarum


Kl. 10:00 – 10:30:  Bip – Renniroynd

Bip–renniroynd fyri A, B og nýggjum dómarum.

LEGG TIL MERKIS:

  1. Allir A-dómarar, ið hava dømt í bestu deildini, skulu klára Bip–renniroyndina í samráð við HSF innan 1. oktober 2019.
  2. Dómarar, ið ynskja at gerast A – dómarar og sum ikki áður hava dømt í bestu deildunum, skulu klára Bip–renniroyndina í samráð við HSF.

 

Kl. 10:30 – 14:15 : A–dómaraskeið við Jørn Møller Nielsen

Ábit og drekkandi verður at fáa gjøgnum dagin.

  1. Gjøgnumgongd og tolkan av galdandi hondbóltslógum og nýggjum reglum. Jørn leggur dent á at lýsa reglar og tolkan av reglum við sjónabandaupptøkum og smáum royndum.
  2. Framløga: At vera dómari og partur av felagsskapinum.
  3. Kjak millum dómarar um komandi kappingarár
  4. A–dómara góðkenning (Par ella sum einstaklingur)

LEGG TIL MERKIS:

  1. Allir dómarar, ið døma í bestu deildunum skulu havaA – góðkenning.
  2. B-dómarar og nýggir dómarar, ið ynskja at gerast A–dómarar og sum ikki áður hava dømt í bestu deildunum, kunnu fáa “Treytaði” A – góðkenning og fara í eina menningartilgongd saman við mennarum hjá HSF.

 

Kl. 14:15 – 14:45:  “At leiða og rúma undir trýsti sum hondbóltsdómari” – Aksel Haraldsen

Aksel hevur verið venjari og landsliðsvenjari í svimjing. Hann hevur vegleitt fleiri ítróttarfólk í samspæli millum fólk og hvussu samspæl og samskifti ávirkar úrslitið.

 

Kl. 14:45 – 15:45:  “Munagóð metta fyri hvørja matartuggu” – Snorri Patursson

Reinsandi og lúkandi vísindalig framløga við Snorra Patursson, kostfrøðingi og kropsvenjara.
Endamálið er at tilvita um matmótamøsn, geva íblástur, finna kósina í meldrinum og at halda fast.
Umframt virkisfør venjing til ein stinnan og sterkan dómarakropp.

 

Kl. 16:00 – 19:30: Stórsteypadystir í Hoyvíkshøllini :
Kl. 16:00: Kyndil – VÍF – Kvinnur
Kl. 18:00: H71 – Neistin – Menn

 


3 – Leygardagin 7. september 2019:
Felagsfundur fyri venjarar, dómarar og mennarum/eygleiðarum

Kl. 19:30 – 21.00: Fundur við venjarar í OKKARA og SMS–deildini, dómarar og Jørn Møller Nielsen


INNIHALD:

  1. Samanumtøka av stórsteypadystunum.
  2. Gjøgnumgongd av nýggjastu hondbóltsreglum og tolkan.
  3. Prát millum venjarar og dómarar um komandi kappingarár.

4 – Tilmelding:

Tilmelding fer fram við at trýsta á her.
Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 5. september 2019.

Legg til merkis, at tað er umráðandi at tey tilmeldaðu møta upp, tí skeiðið verður fyrireikað í mun til luttakaratal.

Meira kunning fæst við at venda sær til Ára Rouch, ari@hsf.fo, tlf. 231982 ella til Dánjal Samuelsen, menningarsamskipara, danjal@kthusid.fo, tlf. 555557.