Dómararnir fyrireika seg til komandi kappingarár

Eins og feløgini leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár hesa tíðina, fyrireika dómararnir seg eisini.

Dómararnir hava dømt nógvar venjingardystir seinastu tíðina og eru saman á dómaraskeiði komandi vikuskiftið. Skeiðshaldari er navnframa danska dómaraparið Mads Hansen og Martin Gjeding, sum hava dømt á ovastu rók í donskum og altjóða hondbólti í meira enn 20 ár.

Á skeiðnum verða nýggjastu reglur og tulkingar viðgjørdar, hvussu ein góð felags linja verður løgd í dømingini, umframt testir. Eisini verður almennur fyrilestur fríggjadagin kl. 19.00 í BankNordik, har Mads Hansen fer at greiða frá, og fáa vit innlit í spennandi altjóða dómaraheimin.

Dómaranevndin hjá HSF fegnast um vaksandi talið av dómarapørum seinastu árini. Komandi kappingarár eru heili 10 pør, sum kunnu døma dystir í fremstu deildunum.

Kvinnulandsdystur á Hálsi 10. oktober

17. september 2021

Talan verður um vitjan av ovastu hondbóltsrók, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman.

Kvinnulandsliðið er úttikið

14. september 2021

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið hesar leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmarki  6. og 10. oktober.

Nú byrjar SMS- og Burn-kappingin

10. september 2021

Komandi vikuskiftið, leygardagin 11. og sunnudagin 12. september, verða fyrstu dystirnir í SMS- og Burn-kappingini kappingarárið 2021-22.