Dómaraskeið

Dagarnar 4. – 5. september skipar HSF fyri dómaraskeiðum. Skeið verða bæði fyri nýggjum og royndum dómarum.

Tað er royndi danin Jørn Møller Nielsen, dómarainstruktør hjá DHF og mennari hjá IHF, sum stendur fyri skeiðunum.

Fríggjakvøldið 4. sep. er skeið fyri B–dómarum og nýggjum dómarum í vaksnamannadeildini. Hetta dómaraskeiðið er ætlað øllum verandi og nýggjum dómarum í fremstu deildunum, 1. deild og U18.

Leygardagin 5. sep. er dómaraskeið fyri A–dómarum, nýggjum A–dómarum og mennarum/eygleiðarum. Eisini verður ein felagsfundur fyri venjarar, dómarar og mennarar/eygleiðarar.

Nærri kunning og tilmelding til skeiðini her.

Team Klaksvík – H71 útsettur

23. september 2020

Dysturin í Burn deildini millum Team Klaksvík og H71, sum skuldi verða í morgin, hósdagin 24. september, er útsettur vegna sóttarhaldið, sum hevur rakt næmingarnar á Glasi. 5 leikarar hjá H71 eru raktir av sóttarhaldinum á Glasi.

Besta mansdeildin eitur nú Burn deildin

12. september 2020

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fyri kappingarárið 2020–21. Eisini er greitt, at besta mansdeildin skiftir navn og eitur nú Burn deildin. Burn er størsti veitari av venjing í Føroyum og hevur fleiri venjingarmiðstøðir kring landið.

Føroyski ítróttarheimurin kennir seg ótryggan

8. september 2020

Av heimasíðuni hjá ÍSF: Ein ótryggleiki, sum tarnar fría ítróttalívinum, hevur plantað seg í sambondunum undir ÍSF, eftir at tað frættist, at stuðulin til ítróttin lækkar 11 prosent í 2021, um landsstýrið ikki hækkar játtanina. Tað vísa afturmeldingar, sum ÍSF hevur fingið frá sambondunum.