Dómaraskeið 6. og 7. september

Dagarnar 6. – 7. september skipar HSF fyri dómaraskeiðum. Skeið verða bæði fyri nýggjum og royndum dómarum.

Tað er royndi danin Jørn Møller Nielsen, dómarainstruktør hjá DHF, sum stendur fyri skeiðunum.

Fríggjakvøldið 6. sep. er skeið fyri B–dómarum og nýggjum dómarum í vaksnamannadeildini. Hetta dómaraskeiðið er ætlað øllum verandi og nýggjum dómarum í vaksnamannadeildini og U18.

Leygardagin 7. sep. er dómaraskeið fyri A–dómarum, nýggjum A–dómarum og mennarum/eygleiðarum. Um kvøldi verður síðani ein felagsfundur fyri venjarar, dómarar og mennarum/eygleiðarum.

Nærri kunning og tilmelding til skeiðini her.

 

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.