Dómsnevndin staðfest avgerðina

Dómsnevndin hjá HSF hevur staðfest avgerðina hjá aganevndini í sambandi við kæru hjá Stjørnuni í steypadystinum millum Neistan og Stjørnuna.

Aganevndin vísti í avgerðini á, at mótmæli, sum var lagt í dystinum, ikki var lagt sambært kappingarreglunum og forskriftunum fyri tá mótmæli verður lagt. Mótmæli skal leggjast beint eftir, at skeivleikin er staðfestur ella møguligt mistak er gjørt, og skrivarin skal skriva mótmælið á dómaraseðilin. Dómaraborðið skal beinanvegin geva dómarunum fráboðan um mótmælið, og er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.

Aganevndin staðfesti út frá frágreiðingunum, at dysturin var tikin uppaftur eftir hendingarnar uttan at mótmælið var lagt, og at hetta ikki var lagt fyrr enn løtu eftir at dysturin var av. Harvið var mannagongdin í kappingarreglu 5.17 ikki fylgd, sum greitt vísir á, at mótmælið skal leggjast beinleiðis í sambandi við hendingina, at partarnir hareftir skulu kunnast og at dysturin hareftir kann takast uppaftur.

Stjørnan kærdi avgerðina til dómsnevndina, men hevur dómsnevndin nú staðfest avgerðina hjá aganevndini. Avgerðin hjá dómsnevndini kann lesast her: 20-0131 Kæra frá Stjørnuni ísv. steypadyst 17.01.21 móti Neistanum

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.